Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi førleikar at avmarka, seta fram og greina vistfrøðiligar spurningar og greiðsluevni.
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið í Føroyum.
Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini mestu undirvísingina saman.
Aftaná fyrsta hálvaannað árið fara útbúgvingarnar fyri seg fyri at savna seg um sítt serøki. Síðsta lestrarhálva er meginparturin (22.5 ECTS svarandi til 75% av lestrinum) sett av til at skriva bachelor-ritgerð.
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Byrjanarskeið í 7,5 ECTS |
Lívrunnin 7,5 ECTS |
Jørð, hav 7,5 ECTS |
Havlívfrøði I 7,5 ECTS |
Staðarskeið í 7,5 ECTS |
Havlívfrøði II 7,5 ECTS |
Støddfrøði & 7,5 ECTS |
Byrjanarskeið 7,5 ECTS |
Kyknu- og 7,5 ECTS |
Arvalæra 7,5 ECTS |
Fiskifrøði 7,5 ECTS |
Bachelor- 22,5 ECTS |
Almenn og 7,5 ECTS |
Byrjanarskeið 7,5 ECTS |
Vistfrøði á landi 7,5 ECTS |
Rannsóknar- 7,5 ECTS |
Eiturfrøði 7,5 ECTS |
|
Byrjanarskeið í 7,5 ECTS |
Lívevnafrøði 7,5 ECTS |
Smáveru- 7,5 ECTS |
Eiturvistfrøði 7,5 ECTS |
Veðurlags- 7,5 ECTS |
|
Útbúgvingin er skipað sum 3 ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum liva í Føroyum.
Útbúgvingin gevur hollar, fakligar lív- og vistfrøðiligar førleikar.
Á hesi lestrarleiðini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum, eins og tú kannar og greinar vistfrøðina á landi.
Tú fært høvi at kanna árinini av alheims upphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking, og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, plantur, djór og smáverur.
Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.
Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði.
Onkur skeið verða hildin um summarið.
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
B.Sc. í vistfrøði gevur spennandi arbeiðsmøguleikar, td innan:
BA í Vistfrøði gevur tær møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.
Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.
Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.
Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.
Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Hórald Joensen, útbúgvingarleiðara, horaldurj(at)setur.fo